Diamig Video Teknik
Lauridsen Handel og Import
Henkel
Wallmann
Samsø NET
MSK
Sp/f KlipsSp/f Klips Kontakt Om Klips

BLOGS
link erhverv
link privat
link Reklamer

LINKS
link erhverv
link privat
link Myspace Klips
link MySpace Simun
link MySpace AIA Tranbjerg

BILLEDER

WEBCAM
link Klaksvig
link .fo
link .dk

Reklame hos Sp/f Klips
LS Systemer

Góða tænastu, góða góðsku og góðan prís!

Góða Tænastu, góða góðsku og góðan prís!!!!

Sp/f Klips er føroysk fyritøka, sum bjóðar seg fram sum heildarveitari innan byggivinnuna og aðrar vinnur, har dentur verður lagdi á eina góða góðsku, góða tænastu og góðan prís. Fyritøkan var stovna av Símun á Høvdanum tann 12. oktober í 2005, og er hann eisini stjóri.

Í 2006 blivu handilsavtalur gjørdar við 5 danskar fyritøkur, Jasa Company, Avenue, Eskimo klæder, Diamig og Euro Miljø Group, har Sp/f Klips stendur fyri allari søluni hjá teimum til Føroyar. Í 2007 eru fleiri fyritøkur komnar afturat, tær eru Corus ByggeSystemer, Henkel Norden, Silkeborg Stigefabrik, Specialfabrikken Vinderup, Otto Schacner, Element System, Abeko, Wallmann, MSK Scandinavia, Veli Line, Sydvesta, Repella, G-Man, VM Blandere, Dansk Gummi Fabrik og IBC Textil. Í 2008 Xella, LS Systemer og Lauridsen Handel - Import. Samráðst verður við fleiri fyritøkur, bæði í Danmark, Norra, Svøríki, Týsklandi, Hollandi og aðrastaðni við. Málið er, at vit skullu selja alt innan byggivinnuna frá A-Z. Eisini innan aðrar vinnur verður arbeitt, so sum landbrúk, fiskivinnuna o.a.

Símun á Høvdanum hevur drúgvar royndir innan byggivinnuna, har hann hevur starvast í meira enn 20 ár. Frá 1994 - 2005 var Símun á Høvdanum eigari og stjóri í Klaksvíkar Timburhandli og saman við pápanum, familjuni og góðum arbeiðsfólki hevur Timburhandilin í Klaksvík ment seg frá at vera ein lítil Timburhandil, til at vera ein av teimum størsti í landinum. Tann 12. oktober 2005 bleiv Timburhandilin seldir og í dag er Klaksvíkar Timburhandil lagdir saman við Højgaards Handilsvirki og Klæmint Petersen og hevur skift navn til BORG.

Sp/f Klips húsast bæði í Danmark og í Føroyum. Í løtuni verður alt virksemi stýrt frá Tranbjergvej 37 - 8310 Tranbjerg, beint sunnanfyri Århus. 2-3 ferðir um ári er ætlanin at fara upp til Føroyar at selja og vónandi verður samhandilin við tær føroysku fyritøkurnar góðir, til frama fyri báðar partar. Okkara partur skal ikki liggja eftir.

link Fakta om Sp/f Klips

Sp/f Klips Email kontakt Email kontakt

Sp/f Klips er sælger/kontaktperson for:
abeko.se - avenue-as.dk - cbsnordic.dk - ceresit.dk - sjv.dk - diamig.dk - element-system.de - g-man.se - gunsti.dk
henkel.dk - lauridsen-hi.dk - lssystemer.dk - ibc-textil.dk - jasaco.dk - msksc.dk - os-safetycenter.dk - repella.dk
silkeborgstigefabrik.dk - specialfabrikken.dk - sydvesta.dk - veliline.dk - vmblandere.dk - wallmann.dk - xella.dk